140x140

Træplanting í Føroyum í eina øld

Bókin Træplanting í Føroyum í eina øld – A century of tree-planting in the Faroe Islands, serrit nr. XIV av Fróðskaparriti, ritstjórn Andrias Højgaard, Jóhannes Jóhansen og Søren Ødum, varð givin út í 1989 av Skógfriðingarnevndini í samstarvi við Føroya Fróðskaparfelag.

Í 1885 varð farið undir ta fyrstu royndina at gera eina viðarlund í Føroyum, og við 100 ára høvið ynskti Skógfriðingarnevndin at lýsa gongdina á hesum málsøki farnu øldina. Bókin hevur vakt ans, og hóast nøkur ár á baki nú, er hon framvegis ein hin hollasta kunningin um viðarvøkstur í Føroyum.

Nú er bókin tíverri útseld, men til ber at heinta hana her í pdf-sniði.
 

Book cover 4,3 MB
Intro, list of contents 0,1 MB
Chapter 1 0,3 MB
Chapter 2 0,3 MB
Chapter 3 4,4 MB
Chapter 4 1,5 MB
Chapter 5 5,9 MB
Chapter 6 4,0 MB
Chapter 7 3,1 MB
Chapter 8 14,0 MB
Chapter 9 15,2 MB
Chapter 10 3,5 MB
Chapter 11 5,7 MB
Chapter 12 0,5 MB

Træplanting í Føroyum